Astrup tapti eisini í Hægstarætti

Tryggingartakararnir í danska tryggingarfelagnum Tryg fáa ikki tær 25 milliardir kónurnar, sum teir høvdu kravt. Hægstirættur staðfesti í dag dómin hjá Eystara Landsrætti, sum segði, at tryggingartakararnir hava ikki rætt til pengarnar.

Teir misnøgdu tryggingartakararnir við fyrrverandi Føroya Banka-stjóranum Jørn Astrup Hansen á odda hildu uppá, at teir høvdu krav upp á pengarnar, men tað heldur dómsvaldið ikki.

Stríðið um teir nógvu pengarnar byrjaði, tá TrygVesta blev skrásett á virðisbrævamarknaðinum í Keypmannahavn fyri fimm árum síðani. Jørn Astrup Hansen og hansara stuðlar hildu uppá, at felagið skuldi rinda sínum tryggingartakarum tær nógvu milliardirnar, men í dag hevur Hægstirættur endaliga staðfest, at tey fáa ikki pengarnar.