Astrup sleppur at skriva danskt í Dimmu

Men tað sleppur Ann ikki. Ann er kvinna og er donsk. Bank­­a­­stjór­in As­trup er mað­­ur og dani. Ann Dam­gaard slepp­ur ikki at skriva á donsk­um í Dimm­a­lætt­ing, tí »Dimma­lætt­ing er eitt før­oyskt blað sum skrivar á før­oysk­um«, sum Brynhild Thom­sen, blað­stjóri, segði við Kring­varp­ið miku­kvøld­ið.

Hon er kend fyri sín hvassa penn og sína hvøssu tungu. Og hon var skrøpp við hesa donsku kvinnuna, sum royndi at fáa ljóð fyri sín­um sjónarmiðum í Dimma­lætt­ing.

Men tá tað var banka­stjó­r­in Jørn Astrup Hansen, sum skrivaði á donskum í Dimm­a­lætt­ing, tá var Bryn­hild knapt so skrøpp.

Hetta nummarið hjá Dimma­lætt­ing má vera eitt tað tápu­­ligasta tiltakið í før­oysk­um miðili í nýggjari tíð, men kanska tað er
fyri at for­nokta fortíðina?

Fystu hundrað árini strídd­ist Dimm­a­lætt­ing við hond og fót ímóti før­oysk­um og øll­um, sum før­oyskt var. Dimma og Sam­bands­flokk­ur­in vóru í­mynd­in av aft­ur­hald­i­num – tí aft­urhaldi, sum nógvir før­oy­ing­ar halda, at danir stóðu fyri, eitt nú at nokta skúl­a­børn­um at tosa og læra før­oyskt.

Kanska nýggja leiðslan á blað­num vil bera í bøtuflaka við at banna øllum, sum danskt er. Men halt kipp Bryn­hild, har skeyt tú teg í fót­in við at nokta hasi kvinn­uni at úttrykkja seg á móð­ur­mál­i­num – og so legg­ur tú teg flata, tá tað er ein dansk­ur banka­stjóri...