Teirra millum eru Lars Løkke Rasmussen, Sólrun Jákupsdóttir, Liza Marklund, Peter Aalbæk Jensen, Anna Nygaard, Frændur, Jo Nesbø og mong onnur.
Leygarkvøldið verður politiskt kjak við Jørgeni Niclasen, Helenu Dam á Neystabø og Høgna Hoydal. Tosað verður um sparingar mótvegis vælferð, um raðfestingar ella manglandi raðfestingar og um sláimaskinuna.
Jørn Astrup Hansen er komin aftur til Føroya at verða bankastjóri. Hann greiðir frá, hvussu tað er at gera comeback í føroyska fíggjarheiminum, og hvussu mann fær eitt tilboð um at gerast bankastjóri.
Kringvarpssmaðurin Súni Merkistein er seinnu árini farin í dýbdina við fleiri evnum - seinast føroysku poppsøguni. Tosað verður við Súna um at grava og granska og framleiða dokumentartilfar til føroyingar.
Teitur Lassen og Jógvan Hansen, sum í nógv ár hava gjørt vart við seg uttanlands, vitja Hvonn Live. Prátað verður við teir um fyrimunir og vansar við at ferðast við tónleiki, og teir spæla báðir live á Hvonn.
Hvonn Live verður at hoyra á Rás2 leygarkvøldið frá kl. 20 til 22. Eisini ber til at koma á Hvonn at uppliva sendingina beinleiðis.