Astrup hugleiðir í Århus

Hóskvøldið skipar MFS fyri fyrilestri í Áarstovu í Århus við fyrrverandi stjóranum í Føroya Banka og núverandi formanninum í Búskaparáðnum, Jørn Astrup Hansen. Astrup fer at hugleiða um menningina í føroyskum búskaparpolitikki ? vinnupolitikki ? frá 1975.

Harafturat fer hann at siga frá royndunum sum bankastjóri í Føroyum í tíðarskeiðnum 1993-2005. Fyrrverandi bankastjórin fer eisini at umrøða samspælið millum vinnulívið og politikararnar, eins og hann fer at nerta við sambandið millum politikararnar og ta fakligu servitanina.

Tiltakið byrjar klokkan 19.