Astrid Eiriksdóttir Reynheim úr Havn gjørdist í kvøld hin hepni vinnarin av Gekkaspælinum.
Høvuðsvinningurin var ein miljón krónur.
Tað var mamma hennara, Laila Reynheim, sum var "fjarritari" fyri dóttrina.
Í triðju og seinastu royndini stegaði hjólið á bláa Gekkinum, og miljónin hjá Astrid Eiriksdóttir Reynheim var í hús.










