Aston Villa leikarin, Gabriel Agbonlahor fekk leygardagin beinleiðis reytt kort, eftir at hann heldur harðliga takklaði Manchester United leikaran, Ashley Young. Hóast takklingin var hørð, vóru allíkavæl ymiskar meiningar um talan skuldi vera um beinleiðis reytt kort. Í Aston Villa vóru tey ongantíð í iva, og valdu tí eftir dystin leygardagin at kæra leikbannið hjá Gabriel Agbonlahor
Í dag er úrskurður komin frá enska fótbóltssambandinum, ið staðfestir at Gabriel Agbonlahor einki leikbann fær, og at tað reyða kortið tískil verður strikað.
Gabriel Agbonlahor sleppur tí longu at spæla annan jóladag, tá Aston Villa hevur útidyst móti Swansea.