Nú bendir alt á, at kappingin um sera týdningarmikla fjórða plássið í Premier League ikki fer út um Merseyside. Aston Villa hevði møguleika at minka um frástøðuna til Liverpool og Everton, men teir tóku ikki av møguleikanum á heimavølli ímóti Middlesborough. Boro legði seg á odda 1-0 í 23 minutti við máli hjá Downing, Barry javnaði fyri Villa við brotssparki, sum Barry setti í netið í 73. minutti.
Defoe legði út sum eitt óløgið fyri Portsmouth í dystinum ímóti Birmingham. Defoe skoraði aftaná 6 og 9 minuttir. Muamba minkaði longu eftir 10 minuttir, og tá 40 minuttir vóru leiktir javnaði Larsson fyri Birmingham. Íslendski Hermann Hreiðarson legði Pompey á odda 3-2 í 49 minutti, og í yvirtíðini staðfesti Kanu sigurin til endaliga úrslitið 4-2. Lampard gekk á odda á Stamford Bridge tá botnproppurin Derby fekk ein sekk uppá 6-1. Lampard skeyt 4 mál, Kalou og Cole fingu hin bæði. Av øllum illum fekk Derby seinasta orðið tá Jones skoraði til 1-6. Chelsea er nú bara 5 stig aftanfyri Arsenal, og 3 stig aftanfyri Manchester United, og kunnu teir avgjørt ikki avskrivast. Arsenal hevur 66, United 64, Chelsea 61, Liverpool og Everton hava 56, Aston Villa hevur 49 stig. United og Chelsea hava leikt ein dyst færri enn hini.