Henrik Larsson er eftir øllum at døma á veg til enskan fótbólt. 37 ára gamli framherjin var annars farin heim til Helsingborg at spæla, men hann hevur hug at royna seg uttanlands aftur. Everton hevur sýnt áhuga fyri Henke, men nú skal Aston Villa var besta boðið. Venjari í Aston Villa er Martin O’Neill, sum áður hevur verið venjari hjá Henke í Celtic.