Fyri fyrstu ferð í ár mátti Chelsea vanda rygg til eitt tap, tá ið teir vóru á vitjan á Villa Park hjá Aston Villa.
Aston Villa legði seg á odda tveir minuttir inn í seinna hálvleik, tá ið Zat Knight fekk sítt fyrsta mál fyri felagið, síðan hann í summar kom frá Fulham.
Tveir minuttir fyri leiklok staðfesti 20 ára gamli Gabriel Agbonlahor sigurin, eftir hann setti punktum á eitt gott mótálop.
Chelsea liggur nú á fjórða plássi við 10 stigum, men hevur leikt fleiri dystir enn nógv lið í Premier League.