Astma- og allergifelagið hevur fundir í Havn og Klaksvík fundir í Havn og Klaksvík

Leygardagin skipar Føroya Astma og Allergifelag fyri fundi á Sjómansheiinum í Havn. Við á fundinum verður eisini kostráðgevi, sum fer at geva nøkur góð ráð. Fundurin verður frá klokkan 14.30 í tí, sum verður rópt Sigmundarstovu, og bjóðað verður kaffi, te og køkur

Leygardagin skipar Føroya Astma og Allergifelag fyri fundi á Sjómansheiinum í Havn. Við á fundinum verður eisini kostráðgevi, sum fer at geva nøkur góð ráð. Fundurin verður frá klokkan 14.30 í tí, sum verður rópt Sigmundarstovu, og bjóðað verður kaffi, te og køkur.

8. juni verður líknandi fundur í felagshøllini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Har fer ein barnalækni at verða við, og fundarfólkið fer at fáa møguleikan at spyrja hann spurningar.

Eftir hesi tiltøk fer nevndin í Føroya Astma og Allergifelag í summarfrí, men tey fara tó at hava ein telefonsvarara, har fólk kunnu leggja boð til nevndina. Hesin telefonsvarari kann røkkast á telefon 311419.

Tá latið verður uppaftur í september, verður tað í nýggjum hølum í MBF-húsunum.

Føroya Astma og Allergifelag varð stovnað í 1985 og í felagnum eru umleið 200 limir.