Asta: - Eg ætli mær oman aftur á Vaglið

- Eg ætli mær omanaftur á Vaglið at síggja, tá nýggja kioskin er komin upp at standa, sigur Asta Jacobsen, sum fyri stuttum er flutt inn á Lágargarð at búgva. Asta fegnast um, at ein roynd verður gjørd at endurskapa gomlu kioskina.  


Asta fekk eisini høvið at heilsa uppá borgarstjóran Anniku Olsen, sum hevði blómur við til Astu. Tær báðar hava eina serliga søgu, tí Asta var fyrsta menniskja, Annika sá, tá hon varð fødd. Asta og mamma Anniku lógu á somu stovu, tá tær fingu ávíkavist Mariannu og Anniku, skrivar Tórshavnar kommuna.

 

Kioskin hjá Astu er 83 ára gomul, og tað var kendi havnarmaðurin Jacob Danielsen, vanliga nevndur G, sum bygdi hana. Dóttir hansara Asta arvaði hana í 1945 og síðani 1948 hevur hon at kalla uttan slit staðið í kioskini, til hon gavst í fjør og seldi kioskina til Gist & Vist.