Rætturin í London avgjørdi seinnapartin, at WikiLeaks-stovnarin, Julian Assange, kann sleppa úr varðhaldinum ímóti 240.000 pundum ella 2,1 millión krónum í veð. Assange, sum er skuldsettur fyri kynsligan ímóti tveimum svenskum kvinnum, sleppur kortini ikki úr varðhaldinum enn, tí ákæruvaldið hevur 48 tímar til at taka støðu til, um tað fer at leggja avgerðina fyri bretska Hægstarætt.
Verjin hjá Julian Assange segði fyrr í dag, at amerikonsku myndugleikarnir fyrireika seg til at skuldseta hann fyri njósning ímóti USA.