Ein dómstólur í London gjørdi í dag av, at WikiLeaks-stovnarin, Julian Assange, kann latast svensku myndugleikunum, sum hava skuldsett hann fyri neyðtøku og annan kynsligan ágang.
Julian Assange hevur alla tíðina noktað seg sekan, og verjar hansara boðaðu alt fyri eitt frá, at avgerðin hjá dómstólinum verður løgd fyri hægri rætt.
Verjarnir hava sett spurnartekin við, um Assange kann fáa eina rættvísa viðgerð í teirri svensku rættarskipanini.
Teir bera eisini ótta fyri, at sviar fara at senda Assange til USA, har myndugleikarnir eru sera misnøgdir við, at Wiki Leaks hevur almannakunngjørt loynilig skjøl hjá amerikonsku uttanríkistænastuni.










