Hægstirættur í Bretlandi sýtti í dag fyri at góðtaka eitt krav frá Julian Assange um, at bretsku myndugleikarnir eiga at endurskoða áheitanina frá svenska ákæruvaldinum, sum vil hava hann til Svøríkis.
Assange og hansara sakførarar halda uppá, at svenski ríkisákærin hevur ongan rætt til at biðja bretsku myndugleikarnar taka hann og uppaftur minni rætt til at krevja hann útflýggjaðan. Men hesum tekur hægstirættur í London ikki undir við.
Svenska ákæruvaldið vil hava fatur á Julian Assange, tí tvær svenskar kvinnur hava skuldsett hann fyri kynsligan ágang.










