Assange aftur í rættinum

Klokkan 10 fyrrapartin skal WikiLeaks-stovnarin Julian Assange til hoyringar í London, har støða skal takast til, at hann skal sendast til Svøríkis til rættarsókn fyri neyðtøku.

Assange og verjar hansara hava sagt, at teir fara at gera alt, sum gerast kann, fyri at forða fyri, at hann verður útflýggjaður svenska ákæruvaldinum. Í dag fáa teir hjálp frá einum svenskum serfrøðingi á økinum, fyrrverandi statsadvokatinum Sven-Erik Alhem, sum heldur, at myndugleikarnir hava borið seg skeivt at í hesum málinum.

Julian Assange og verjarnir vilja vera við, at Assange kann ikki fáa eina rættvísa viðferð í rættinum í Svøríki. Teir vísa á, at í svenska dómsvaldinum eru rættarmál um kynsligan ágang vanliga handan stongdar dyr.

Assange hevur eisini sagt, at hann er bangin fyri at verða sendur til USA, verður hann latin svium. Amerikanarar vilja hava fatur á honum, so teir kunnu skuldseta hann fyri at hava almannakunngjørt hernaðarlig

loyndarmál.