Assad tvinnar kostir í at velja

Sýriski forsetin, Bashar al-Assad, noyðist at fremja nýskipanir ella at leggja frá sær. Tað segði russiski forsetin, Dmitrij Medvedev, í einari sjónvarpsrøðu í dag. Hann legði tó afturat, at russisku myndugleikarnir fara at forða fyri, at onnur lond koyra sýriska forsetan frá.

Fyrr í vikuni nýttu Russland og Kina sýtingarrættin í ST-trygdarráðnum ímóti einum uppskoti um Sýrialand, men Medvedev segði í dag, at hann er líka harðliga ímóti harðskapinum ímóti mótmælisfólki í Sýrialandi, sum leiðararnir í ES og USA eru.

-Eins og onnur lond vil Russland hava sýrisku myndugleikarnar at gevast við blóðbaðnum, og at landsins leiðarar fremja neyðugar nýskipanir. Kunnu teir ikki tað, mugu teir fara frá, men tað eru hvørki NATO ella einstøk lond í Evropa, sum eiga ta avgerðina, men einans sýriska fólkið og tess leiðarar, segði Dmitrij Medvedev, forseti, í sjónvarpsrøðuni.