Assad tekur undir við friðarætlan

Sýriski forsetin, Bashar al-Assad, tekur undir við einari friðarætlan, sum iranska stjórnin roynir at fáa í lag. Tað sigur sendimaðurin hjá tjóðartinginum í Teheran, og sum skilst fer Iran at leggja sína ætlan fyri tey 120 óheftu londini, sum halda fund í Teheran í vikuni.

-Tann sýriski forsetin sigur, at hann hevur álit á Iran, og at hann er fegin um ta iransku royndina, sigur sendimaðurin, Alaeddin Boroujerdi, sum júst hevur verið í Damaskus og tosað við Assad (myndin).

Í gjár segði egyptiski forsetin, Mohammed Mursi, at hann tekur undir við einum uppskoti um, at leiðararnir í Egyptalandi, Iran, Turkalandi og Saudiarabia seta seg niður saman við stýrinum í Sýrialandi at royna at finna eina loysn á kreppuni har. Uppskotið er komið frá ST og Arabisku Samgonguni.

-Vit hava góðar vónir um, at hetta uppskotið kann bera á mál, sigur Mohammed Mursi við New York Times.