Forsetin í Ekvador, Rafael Correra, segði í gjár, at tað er ikki óhugsandi, at sýriski forsetin, Bashar al-Assad, kann fáa friðskjól í Ekvador, um hann søkir um tað.
Tað hevur ljóðað, at Assad er í ferð við at kanna, um hann, familjan og hansara næstu medarbeiðarar kunnu flyta til okkurt land í Suðuramerika, um hann ger av at leggja frá sær. Herfyri var sýriski varaforsætisráðharrin, Fayysaal Mekdad, í Suðuramerika, og eygleiðarar halda, at hann var og kannaði møguleikarnar.
Rafael Correra (myndin) sigur við brasilska blaðið Folha de Sao Paulo, at Mekdad var í Ekvador, men hann avsannar, at hann hevði verið og biðið um friðskjól til Assad.
-Men vit fara at viðgera umsóknina frá honum, um hon kemur, sigur Correra.