Assad fekk vápn ígjøgnum Oyrasund

Eitt russiskt farmaskip, sum var fermt við vápnum til myndugleikarnar í Sýrialandi, fór fyrr í mánaðinum ígjøgnum svenskt og danskt sjóøki. Arabiska sjónvarpið Al Arabiya sigur, at skipið, sum eitur "Professor Katsman", sigldi tætt fram við suðursvensku strondini og fór norður ígjøgnum Oyrasund tann 9. mai. Skipið breyt tó hvørki svenska ella danska lóggávu.

Sambært svenska blaðnum Dagens Nyheter eru upplýsingarnar hjá Al Arabyia ivaleyst rættar. Sjónvarpið veit eisini at siga, at russiska skipið var á veg til sýriska havnarbýin Tartous, har Russland hevur eina stóra herflotastøð.

ES og USA hava skotið upp, at ST-trygdarráðið skal banna øllum vápnaflutningi til Sýrialands, men Russland og Kina hava víst uppskotinum aftur.