Sýriski forsetin, Bashar al-Assad, sigur seg vera til reiðar at taka undir við ymsum nýskipanum. Eitt nú tekur hann undir við, at landi fær nýggja stjórn, men at tað skal gerast sambært galdandi lógum., Men hann fer ikki at leggja frá sær, soleiðis sum meginparturion av umheiminum krevur.
Tað gjørdi hann greitt í morgun, tá hann helt røðu í operuni í Damaskus. Røðan varð send í tí almenna sjónvarpinum, og hon er hansara fyrsta í sjey mánaðir.
Assad segði, at bardagin í Sýrialandi er ikki millum leiðsluna og andstøðuna, men millum ta sýrisku tjóðina og hennara óvinir. Hann segði, at uppreistrarmenninir eru ein herur av yvirgangsmonnum, sum ræna mat og heilivág frá almenninginum, og hann bað allar sýrialendingar verja landið.








