Aspergerflokkur er ein succes

- Nú dámar mær væl at ganga í skúla, og eg fái nógv burturúr. Tað sigur 20 ára gamla Lív Holm, sum gongur í einum serflokki á miðnámsskula í Danmark. Flokkurin er ætlaður ungum við sjúkuni asperger.

Hon líkist flest øðrum 20 ára gomlum gentum. Dámar væl at vera saman við vinfólki, gongur í biograf og er áhugað í klædnamóta. Men Lív Holm er tó ikki heilt eins og onnur ung á hennara aldri. Hon hevur eina sjúku, ið nevnist asperger, og tí er hon farin til Danmarkar at ganga í einum serflokki á Midtfyns Gymnasium.


Tolir ikki órógv

Lív Holm hevur tríggjar ferðir áður roynt at gingið í miðnámsskúla í Føroyum, men tað hevur ikki riggað serliga væl.

- Mær dámdi væl floksfelagarnar og lærararnar, men eg kendi meg allatíð órógvaða, av tí at vit vóru nógvir næmingar í flokkinum, og eg hoyrdi altíð onkran larm, sigur Lív Holm, sum var átjan ára gomul, tá hon fekk staðfest sjúkuna asperger. Hetta er ein sjúka, sum er eitt slag av autismu og hevur ávís sjúkueyðkenni. Hjá Lív vísir sjúkan seg fyrst og fremst, við at hon hevur trupult við at konsentrera seg um okkurt ávíst í longri tíð og verður sera lætt órógvað.


Hevur nýggju floksfelagar

Tá Lív Holm hevði fingið sjúkuna staðfesta var tað ein lætti, tí nú skilti hon og familjan betur, hví tað hevði verið so striltið hjá henni, tær ferðirnar hon hevði gingið í miðnámsskúla. Stutt eftir at hon hevði fingið staðfest asperger, frætti hon um serligar skúlaflokkar í miðnámsskúlum í Danmark, sum vóru ætlaðir ungum við asperger. Eingir tílíkir flokkar eru í Føroyum, og tí avgjørdi Lív Holm at søkja um pláss at sleppa í ein serflokk á Midtfyns Gymnasium, sum liggur í Ringe.

- Eg var rættiliga spent at vita, hvussu tað mundi fara at gangast mær, tí higartil hevði eg næstan bara keðilig minnir frá miðnámsskúlanum. Harafturat skuldi eg flyta til Danmarkar og eisini tosa danskt, greiðir Lív Holm frá. Hon fall skjótt til í flokkinum, sum einans telur nýggju næmingar, sum allir hava asperger í størri ella minni mun.

- Nú dámar mær ordiliga væl at ganga í skúla, og eg havi eisini fingið onkra góða vinkonu í flokkinum, sigur Lív Holm. 


Nýta elektroniskar bøkur

Stovan, har aspergerflokkurin heldur til, er innrættað á ein heilt serliga hátt, tí umhvørvið hevur stóra ávirkan á innlæringina hjá tí einstaka næminginum. Hetta merkir, at aftast í skúlastovuni eru níggju sitipláss við skilaveggi ímillum. Nakað annað, sum ger henda flokkin ørvísi í mun til ein vanligan miðnámsflokk, er, at næmingarnir hava sjálvdan bøkur við í skúla.

- Tá mann hevur asperger, kann tað verða torført, at skula pakka skúlataskuna og minnast til nógvar ymiskar bøkur hvønn dag. Ístaðin brúka vit elektroniskar bøkur, soleiðis at vit bara skulu hava eina teldu við í skúla, sigur Lív Holm, sum býr fimm minuttir frá skúlanum á einum ungdómssambýli við starvsfólkum. Skúladagurin byrjar hvønn morgun klokkan tjúgu minuttir yvir átta og endar vanliga klokkan trý. Aspergerflokkurin hevur tríggjar lærugreinar um dagin, og so fáa næmingarnir eisini hjálp til at gera heimaarbeiði.

- Hvønn dag uttan fríggjadag skulu vit til obligatoriska lektiuhjálp, har onkur hjálpir okkum við at gera heimaarbeiði, og tað riggar bara væl, sigur Lív Holm, sum ynskir, at onnur ung í Føroyum við asperger skulu vita um møguleikan at fara til Danmarkar í aspergerflokk.

- At koma í ein aspergerflokk hevur havt nógv at siga fyri meg, tí nú havi eg hug til at útbúgva meg enn meira, sigur Lív Holm og leggur afturat:

- Tað hevði verið stuttligt, um onkur annar føroyingur eisini gekk í flokkinum, sigur Lív Holm.