Silvur í landskappingini, og gull í steypakappingini.
Tað er úrtøkan hjá EB/Streymi í kappingarárinum 2010.
Heðin Askham, venjari, er nøgdur.
- Alt í alt, so eri eg nøgdur. Eg hevði sjálvsagt vónað, at vit fingu gullið í dag, men vit kunnu ikki dúva upp á B36, sigur Heðin Askham.
EB/Streymur hevur ongantíð havt beina kós móti gullheiðursmerkjunum í ár. Sundalagsmenn hava bara hótt ovastu liðini.
Heðin Askham segði aftaná landskappingardystirnar móti NSÍ í august, at liðið fór ikki at vinna meistaraheitið.
Tað eru millum stigini, sum sundalagsmenn iðra seg um.
- Sum heild, hava vit spælt ov nógvar javnleikir. Vit hava spælt níggju javnleikir og tapt fýra í hesum kappingarárinum. Um vit høvdu tapt fimm og vunnið fýra av teimum, so høvdu vit verið meistarar í dag, sigur Heðin Askham og sipar eisini til javnleikin móti HB á heimavølli í farna mánaða.
Hava spælt væl
Tað er serliga í seinnu kappingarhálvu, at EB/Streymur hevur staðið seg væl.
Liðini tapti ikki í seinastu 13 dystunum.
Men eisini spælið hevur riggað væl.
- Vit hava spælt undirhaldandi fótbólt og vunnið fleiri dystir. Vit løgdu ov illa frá landi, og mistu fótafestið. Teinurin upp til ovastu liðini varð langur beinanveg. Vit reistu okkum í smáum, og eg eri væl nøgdur við úrslitini og spælið seinastu umførini, sigur Heðin Askham.
Vunnu greitt
EB/Streymur vann uppiborið móti B68.
Úrslitið var 3-1.
Toftamenn byrjaðu væl, og Jóhan Petur Poulsen legði gestirnar á odda longu í fyrsta minuttinum.
Tað var stórur fyrimunur hjá heimaliðnum, at Eli Simosen, B68, var rættvíst útvístur í fyrra hálvleiki. Miðvallarin feldi fyrst Pætur Dam Jacobsen, sum noyddist út við skaða, og síðan var hann ov seinur, tá hann takklaði Daniel Udsen.
Sorin Anghel, Gudmund Nielsen og Arnbjørn T. Hansen stóðu fyri málunum hjá EB/Streymi.
Jóhan Dávur Højgaard, B68, var eisini vístur av vølli í seinna hálvleiki. Hann fekk tvey gul kort.
Seinastu stóru løtuna hevði heimaliðið tískil lætt spæl.










