Sáttmálin varð undirskrivaður á toppfundi í ASEAN-felagsskapinum, og hann ber millum annað í sær, at allar tollforðingar millum londini skulu ruddast av vegnum innan 2020.
Tey tíggju londini eru Brunei, Kambodja, Laos, Vietnam, Indonesia, Filipsoyggjarnar, Singapore, Burma (Myanmar), Malaysia og Teiland. Umleið 500 milliónir fólk búgva í londunum, og felagsskapurin verður mettur at fáa stóran búskaparligan týdning undir liðini á teimum báðum fólkaríkastu londunum í heiminum, Kina og India.
Á fundinum umrøddu leiðararnir í teimum tíggju londunum eisini eina ætlan um ein fríhandilssáttmála við Kina. Stjórnarleiðararnir úr India, Japan og Suðurkorea vóru eisini á fundinum.










