Fleiri hava lagt til merkis, at asfaltið í Viðareiðistunnlinum er ringt at koyra eftir.
Tað minnir mest um at koyra eftir einum arbeiðsvegi. Eisini hevur verið víst á, at tað liggur so leyst, at tað letur til at verða sera lætt at taka av.
Arne D. Madsen, deildarleiðari á byggideildini hjá Landsverk ásannar, at asfaltið ikki heldur vanligan standard.
- Vit hava tosa um tað innanhýsis eisini. Hatta er eitt nýtt slag, ið vit vanliga ikki nýta í Føroyum, sigur Arne D. Madsen. Hann sigur, at tað hevur ikki eydnast so væl sum ætla og tí umhugsa teir hvat skal gerast við tað.
- Budgettið var kroyst frá byrjan av og hatta var loysnin mann valdi. Hatta er so tað, sum er. Vit mugu so finna útav um vit gera nakað við tað, sigur Arne D. Madsen, ið vísir á, at Landsverk vil hava trupulleikan loystan, tí tey hava ábyrgdina av vegnum tá vegurin er liðugur.
- Mann merkir ein stóran mun á asfaltinum uttanfyri og innanfyri tunnilin. At koyra inni í tunnlinum er mestsum at koyra eftir einum arbeiðsvegi, sigur Arne D. Madsen, deildarleiðari á byggideildini hjá Landsverk.










