Asfaltera ymsastaðni í Suðuroy

Í næsta mánað koma koma maskinurnar hjá Landsverkfrøðinginum til Suðuroyar, har ætlanin er at asfaltera ymsasataðni í Oynni, bæði uttanbíggja hjá landsverkfrøðinginum sjálvum og og innanbíggja hjá Vágs Kommunu.
Ætlanin er at asfaltera vegin Yvan Land í Vági, frá Kirkjugarðinum inn til Ósan, sum hevur verið í sera vánaligum standi.
Annars fer kommunan at asfaltera á marknoyri.
Tá ið tey arbeiðini eru gjørd, eru høvuðsvegirnir í Vági í góðum standi. Men tað trongdi eisini til, tí áðrenn farið varð undir asfalteringina í hesum umfari, hevði ongin asfaltering verið av týdningi í Vági í 14 ár, sigur Dánjal Bjarkhamar, formaður í teknisku nevnd í Býráðnum.
Hann sigur, at ætlanin er síðani at fara undir síðuvegirnar, so at allir vegirnir í Vági verða í góðum standi. Tað, sum ikki verður gjørt í ár, verður gjørt næsta ár.
Annars fer Landsverkfrøðingurin at asfaltera eitt sindur í Froðba, eitt sindur við Grótbrotið í Porkeri, eitt petti á Fámjinsvegnum og eitt sindur í Hvalba.
Arbeiðið byrjar umleið hálvan september.