Asfaltera stórt og smátt á Strondum

Næsta ár ætlar Stranda Kommuna at asfaltera at kalla allar vegirnar í bygdini

 

Strendur


Næsta ár skulu allir vegir á Strondum gerast í fínasta stand.

Í løtuni er fíggjarætlanin fyri næsta ár til viðgerðar í bygdaráðnum. Og hóast hon ikki er endaliga samtykt, er tað greitt, at ein tann størsta útreiðslan hjá kommununi komandi ár, verður í asfaltering.

Eivind Jacobsen, borgarstjóri á Strondum, sigur, at fyribils eru tvær milliónir settar av á fíggjarætlanini hjá kommununi fyri komandi ár, til asfaltering.

Hann sigur, at hann hevur skilt á bygdaráðslimum, at er semja um, at taka eitt ordiligt tak at asfaltera næsta ár, so hann væntar ikki, at upphæddin verður stórvegis broytt.

Fyri hesa upphæddina er ætlanin at asfaltera at kalla allar vegir í Kommununi, bæði høvuðsveg og síðuvegir.

Ávís vegastrekki á Strondum eru í góðum standi, men tað mesta er í vánaligum standi og tí er ætlanin at asfaltera alt, sum treingir til.

Hann sigur, at tá ið farið verður at asfaltera, loysir tað seg nógv betri fyri kommununa at taka sum mest undir einum.

? Tað fær prísurin fyri hvønn fermetur munandi niður, um nógv verður lagt fyri, tí maskinur skulu flytast til og frá og riggast til undir øllum umstøðum, og tess minni tær verða brúktar, tess dýrari verður arbeiðið upp á seg.

Strandingar fáa vegirnir asfalteraðir fyri 100 krónur fermeturin, tvs, at fyri tvær milliónir kunnu einir 20.000 fermetrar av vegi asfalterast og tað er tað allarmesta av vegi, sum er í kommununi, sigur borgarstjórin.