Asfalt verður aftur næsta ár

Saman við Futt og Tórshavnar kommunu verður Asfalt í Tórsgøtu tikin upp aftur sum festivalur næsta ár Í eini grein á Portalinum fyrrapartin um nýggja festivalin í Kirkjubø stendur, at Asfalt er ein av teimum festivalum, sum ikki yvirlivdi. Hetta er ikki rætt, sjálvt um Asfalt ikki varð fyriskipaður í ár.

 

Asfalt verður aftur næsta ár, tí felags heitið fyri festivalin, sum Asfalt, Futt og Tórshavnar kommuna samstarva um, fær nevniliga heitið Asfalt.

 

Tónleikatilfarið á Asfalt, ið verður fyrsta vikuskifti í juli, er helst tað mest fjølbroytta av øllum festivalum, tí tað spennir heilt frá kórsangi til heavy metal.