Asfalt er herligt

Tónleikarafelagið Mentón varð sett á stovn at arbeiða fyri at fáa eitt spælistað í høvuðsstaðnum. Nú fólk við hjarta fyri tónleikinum skipa fyri Asfalt, fegnast Dávid Geyti, formaður í Mentón.


- Hetta er herligt. Tað er ómetaliga gott, at fólk hava tikið stig til Asfalt, fyri at savnað inn til eitt spælistað í høvuðsstaðnum. Hetta er veruliga nakað, vit eru glað fyri. Soleiðis sigur Dávid Geyti, formaður í Mentón, tá hann verður spurdur, hvat hann heldur um Asfalt.
 
Mentón varð stovnað fyri nøkrum árum síðani av tónleikarum og tónleikaáhugaðum, sum ynsktu at virka fyri einum veruligum spælistað í Havn. Nú fólk uttan fyri sjálvt tónleikaraumhvørvið hava tikið ítøkilig stig, fyri at hjálpa við hesum arbeiði, kunnu nevndarlimirnir í Mentón ikki annað enn fegnast.
 
- Vit eru ógvuliga glað fyri, at fólkini aftan fyri Asfalt hava stovnað ein grunn, ið hevur til endamáls at fíggja eitt spælistað í Havnini. Sjálvt um avlopið til grunnin kanska ikki verður tað heilt stóra beinanvegin, so vísir hetta tiltakið ein ógvuliga góðan vilja at stovna eitt spælistað og at stuðla tónleikinum.
 
Dávid Geyti vísir harumframt á, at tað vísir seg at vera ógvuliga trupult at fáa fólk at arbeiða ókeypis til frama fyri tónleikinum. Og tí er hann serstakliga fegin, um at fólkini handan Asfalt kortini hava tikið hetta stigið. Eisini er hann fegin um, at tónleikararnir spæla fyri lágan kostnað á Asfalt, fyri at stuðla tónleikinum sum heild.
 
- Men sjálvt um fólk arbeiða sjálvboðið, so skal rættiliga nógv til, áðrenn eitt spælistað verður veruleiki. Og tí bíða vit eisini eftir, at politikarar fáa eyguni upp fyri, at tað kann loysa seg at stuðla tónleikalívinum. Tað kann tykjast eitt sindur løgi, at onki mark er fyri, hvussu nógv ítrótturin kann stuðlast, men tá tað kemur til tónleikin, er hugburðurin tann øvugti, sigur Dávid Geyti, sum tó vónar, at politikarar fara at fáa eyguni upp fyri tónleikinum.
 
- Tórshavnar kommuna hevur í øllum førum játtað at stuðla Asfalt, og eg vóni, at hon veruliga fer at kenna tað sum eina týdningarmikla uppgávu at útvega eitt spælistað í Havn, sigur Dávid Geyti.