Asfalt byrjað

Tað er av besta veðri og fyrstu tónarnir hava ljómað í Tórsgøtu í Havn, har tónleikatiltakið Asfalt er byrjað. Á pallinum hava verið Jumpin? Jack, Bendar Spónir og Heini Lützen. Á pall nú fara Knút H. Eysturstein og Annika Vang.

Tað byrjar at síggjast aftur í gøtuni, at nakað serligt er á vási. Í mun til tiltakið í fjør, er tiltakið meira savnað og færri pallar og spælistøð eru. Hetta gevur óivað teim vitjandi betri møguleika at ferðast millum pallarnar.

Lítli knassin á myndini telist millum fyrstu og yngstu lurtararnar í kvøld.