Aserbadjan spældi 6 venjingardystir undan Nations League

Í vár og tíðliga í summar spældi Aserbadjan seks venjingardystir sum fyrireiking til Nations League

Aserbadjan livir enn í Nations League kappingini aftaná sannførandi 2-0 sigurin á Føroyum, og við sigri á Kosovo á útivølli týskvøldið kann Aserbadjan vinna seg víðari í Nations League kappingini.

 

Staðfestast má, at Aserbadjan hevur í hesum árinum fyrireikað seg sera væl til Nations League kappingina, har Aserbadjan hevur kappast við Kosovo, Malta og Føroyar.

 

Í hesum árinum hevur Aserbadjan spælt ikki færri enn seks venjingardystir fyri at fáa liðið betri samanspælt til Nations League kappingina. Til samanberingar spældi føroyska landsliðið tveir venjingardystir ímóti Liktinstein og Lettlandi seinast í mars, eitt hálvt ár áðrenn Nations League kappingin byrjaði.

 

Aserbadjan spældi hesar venjingardystirnar fyrr í ár sum fyrireiking til Nations League kappingina. Tá teir hava spælt í Kosovo komandi týskvøld hava teir spælt 12 dystir í hesum árinum:

 

09.06. 16:00LettlandAserbadjan1 : 3 
05.06. 15:00KasakhstanAserbadjan3 : 0 
29.05. 17:00AserbadjanKirgisstan3 : 0 
27.03. 17:00AserbadjanMakedonia1 : 1 
23.03. 16:00AserbadjanHvítarussland 0 : 1 
30.01. 16:00AserbadjanMoldova0 : 0