Nótaskipið Asbjørn Senior hevur verið illa lýtt, síðani tað kom í føroyska fiskiflotan, og hóast skipið er selt til Belise, fylgja umstríddu gerðirnar skipinum enn.
Tað var Ocean Group Faroes í Vági, sum keyti skipið til Føroya úr Hirtshals. Síðani var skipið keypt og selt aftur og fram millum Vág og ymisk feløg í Thor-samtakinum í Hósvík.
Ósemja stakk seg upp millum tey trý manningarfeløgini, Føroya Fiskimannafelag, Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið, og reiðaran, Ocean Group Faroes, á sumri í fjør.
Manningarfeløgini vildu vera við, at manningin umborð á Asbjørn Senior ikki fekk løn eftir galdandi sáttmálum og at reiðaríið skyldaði manningini pening. Manningin umborð varð svartalistað, eftir at hon meldaði seg úr manningarfeløgunum, sum samstundis settu mynstringarforboð ímóti at mynstra við Asbjørn Senior og Grunnabarð, sum sami reiðari varðaði av.
Ósemjan var tó loyst á ólavsøku í fjør, men manningin sá tó einki til pengarnar. Manningarfeløgini skuldu tí taka arrest í skipinum, men tá farið var í rættin, fingu tey boð um, at skipið dagin fyri var selt til Belize. Manglandi hýrukrøvini eru ein góð millión krónur, sambært Føroya Skipara- og Navigatørfelag.
Skipið var selt til North Atlantic Group Ltd í Belise, teir níggjundu eigararnir í minni enn eitt ár, men eftir øllum at døma er talan um somu eigarar handan partafelagið.
Nú er so Asbjørn Senior so aftur í andglettinum, hesaferð fyri fiskiskap í altjóða umstríddum øki. Skipið hevur verið til fiskiskap uttan fyri vesturafrikansku strondina, millum Mauritania og Vestur-Sahara. Vestur-Sahara hevur seinastu 40 árini verið hersett av Marokko, men einki land í heiminum hevur viðurkent hersetingina. Hetta hevur tó ikki forðað Marokko at selja fiskikvotur uttan fyri Vestur-Sahara, tó at fiskiskapur har hevur verið illa lýddur av alheims samfelagnum.
Nú hevur fiskiskapurin hjá Asbjørn Senior verið reistur á høgum politiskum stigi. Í juli sendi eitt umboð fyri upprunafólkið í Vestursahara løgmanni og Alex Wilhem, stjóra í Ocean Group Faroes eitt bræv, har teir bóðu teir fáa Asbjørn Senior av landgrunninum hjá Vestursahara, skrivar heimasíðan fiskur.fo, og í dag skrivar Kringvarpið, at Christian Juhl, fólkatingslimur fyri Eindarlistan, hevur Kristian Jensen, uttanríkisráðharra, um fiskiskapin hjá Asbjørn Senior.
Fiskiskapurin á landgrunninum uttan fyri Vestursahara verður mett at vera brot á altjóða lóg.
Hóast skipið er selt til Belise, er tað enn skrásett í Føroyum. Sambært Kringvarpinum hevur skipið ligið í Hirtshals seinastu tvær vikurnar.