Ása Christiansen vann 1,7 millión í gekkinum

So fór Gekkurin, sum nú var komin upp á 1,7 milliónir krónur.

Ása Christiansen var hepni vinnarin av Gekkinum í sjónvarpin um í kvøld, sum var upp á 1,7 milliónir krónur.

 

Tað var við snúningini, at Ása Christiansen var so heppin, at gekkurin steðgaði á bláa gekkinuk, sum hon hevði valt sær at leggja tær 1,7 milliónirnar í.

 

– Ása, tú ert blivin millióner, segði gekkaverturin, Petrina Berg á Lag.

 

Tað tyktist, sum um Ása Christiansen ikki hevði fatað tað, tá gekkaverturin gav henni boðini.

 

– Sjónvarpið hjá mær er eitt sindur aftanfyri, segði hon. Helst sá hon sjónvarp umvegis Televarpið, og tá er signalið nakað seinkað.

 

Ása Christiansen er tann, sum higartil hevur vunnið størsta vinningin í einum føroyskum eydnuspæli. Næststørsti gekkurin, sum vunin er, var upp á 1,25 milliónir krónur.

 

30 ára gamla Ása Christiansen býr á Heimara Horni í Havn og er gift við Magnus Joensen úr Klaksvík. Hon er av Argjum, dóttir Kristian og Birgit Christiansen. Hon starvast hjá lýsingafyritøkuni Sendistovuni í Havn.

 

Gekkurin næstu ferð verður 100.000 krónur...