Hjá kvinnunum sigraði Ása á Neystabø á systrini Katrin, og hóast tær báðar hava fleiri finalur sínamillum, er hetta fyrstu ferð, at Ása stóð eftir við gullinum.
Úrslitið gjørdist 7-6 1-6 7-5.
Hjá monnunum spældi Jón Brekku ein branddyst móti Hjalta Mohr Jacobsen.
Dysturin bjóðaði upp á langar duellir og harðar bóltar, men knívskarpa slice'in hjá Jóni átti oftast munin, tá avtornaði.
Frálíkt spæl og frálíkar finalur.
Hjartaliga til lukku til vinnararnar og silvurvinnararnar Jón Brekku , Ása Dam á Neystabø , Katrin á Neystabø og Hjalti Mohr Jacobsen !
##med2##
##med3##