Arvurin frá Jan Christiansen

Heðin Mortensen
Borgarstjóri
????
Fyrrverandi borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Jan Christiansen, vísir eina nýggja síðu í lesarabrævi í bløðunum í gjár. Hesin alfaðirligi kærleiki til miðbýin, er ikki sæddur fyrr og als ikki tá hann sat sum borgarstjóri. Men tað er sjálvandi altíð lættari at lova, tá ein ikki noyðist at halda lyftini.
Arbeiðið við at umvæla kloakkirnar í miðbýnum er neyðugt arbeiði. Ætlanin var at fara undir arbeiðið í fjør, men Jan Christiansen valdi at útseta arbeiðið til í januar. Um orsøkin var, at valár var í fjør, kunnu vit bara gita um. Men hetta neyðuga arbeiðið arvaði sitandi býráðssamgonga.
Fleiri orsøkir eru til, at arbeiðið ikki varð gjørt í januar, men eyðsæð er, at trupult er at gera slíkt arbeiði í áarføri og vetrarveðri. Eisini er trupult at fáa asfalt í januar, tá asfaltframleiðarnir bert framleiða frá mai til oktober.
Tá tíðarætlanin fyri hetta arbeiðið varð gjørd, vóru fleiri atlit, sum skuldu takast. Neyðugt var at gera arbeiðið, meðan asfalt var, og ikki meðan alt ov nógv ferðafólk var í býnum. Hetta skuldi tí antin gerast nú ella í august/september. Í august er Listastevna og ymiskar konferansir, og tí er nógv ferðsla í býnum. Tí er trupult at stongja vegir tá. Eisini eru nógv børn, sum byrja í skúla í august, tí er tað sera óheppið at umleggja miðbýarferðsluna, soleiðis at hon í størri mun koyrir fram við skúlunum.
Tað er sjálvandi óheppið, at arbeiðið er til ampa fyri søluna hjá handlunum í miðbýnum, tí verða vegir heldur ikki stongdir meira enn al-neyðugt er. Men vit vita samstundis, at arbeiðið skal gerast, og tí verður tað gjørt.