Ársúrslitið hjá SMS-samtakinum, P/F SMS, var góðar 12 milliónir krónur eftir skatt í fjør. Tað er umleið 20 milliónir krónur minni enn í 2021 – svarandi til eina minking á 60 prosent.
– Eingin sleppur undan inflatiónini – heldur ikki okkara samtak. Vit kunnu bert vóna, at henda prísflóðin, sum skolar inn yvir heimin í løtuni, fjarar skjótt aftur, sigur Niels Mortensen, stjóri og høvuðspartaeigari í SMS-samtakinum.
Hann vísir á, at henda myndin verður uppaftur klárari, tá hugt verður at umsetninginum hjá SMS-samtakinum í fjør. Umsetningurin øktist 40 milliónir krónur – úr 606 milliónum krónum í 2021 upp í 646 milliónir krónur í 2022.
– Samanumtikið hava vit sostatt selt fyri 40 milliónir krónur meira, samstundis sum úrslitið er minkað 20 milliónir krónur. Henda støðan er hvørki hugalig hjá kundum ella fyritøkum, staðfestir Niels Mortensen.
280 ársverk eru í SMS-samtakinum. Tá ið starvsfólkahópurin verður gjørdur upp eftir starvsbrøki hjá ymisku starvsfólkunum, so svarar tað til umleið 780 fólk á lønarlistanum hjá samtakinum. Høvuðsvirksemið hjá SMS-samtakinum er Miklagarður, Bónus-handlarnir kring landið, Mylnurnar, Dvøljan og Miðlon.