Borgarstjórin í Sjóvar kommunu, Artur Johansen, fekk flestar atkvøður á kommunuvalinum 8. november, og hann hevur tikið av tilboðnum um at halda fram sum borgarstjóri næstu fýra árini.
Pole J. Hansen heldur eisini fram sum varaborgarstjóri, og 2. varaborgarstjóri verður Lisa Frederiksberg. Nývalda bygdaráðið í Sjóvar kommunu hevur annars mannað nevndirnar soleiðis:
Fíggjarnevnd: Artur Johansen, formaður, Lisa Frederiksberg og Súni F. Olsen. Eykalimir eru Pole J. Hansen og Jákup Berthelsen.
Trivnaðarnevnd: Pole J. Hansen, formaður, Anfinn Gærdum og Jákup Berthelsen. Eykalimir eru Steingrímur J. Jacobsen og Lisa Frederiksberg.
Tekniska nevnd: Lisa Frederiksberg, forkvinna, Steingrím J. Jacobsen og Súni F. Olsen. Eykalimir eru Anfinn Gærdum og Pole J. Hansen.
Vinnunevnd: Jákup Berthelsen, formaður, Anfinn Gærdum og Steingrímur J. Jacobsen. Eykalimir eru Súni F. Olsen og Lisa Frederiksberg.
Skúlastýrið: Súni F. Olsen og Artur Johansen. Eykalimir eru Jákup Berthelsen og Steingrímur J. Jacobsen.
SEV umboðan: Lisa Frederiksberg. Eykalimur: Anfinn Gærdum. IRF umboðan: Anfinn Gærdum. Eykalimur: Lisa Frederiksberg. Kongshavnar havn: Steingrímur J. Jacobsen. Eykalimur: Súni F. Olsen.
Skálafjarðar Sløkkilið: Artur Johansen. Eykalimur: Pole J. Hansen. Føroya Kommunufelag: Artur Johansen. Eykalimur: Pole J. Hansen.
Roðin: Artur Johansen. Eykalimur: Pole J. Hansen. Skattakærunevnd: Súni F. Olsen. Eykalimur: Artur Johansen.