Tað sá leingi út til, at Neistin fór at fáa tvey óvæntað stig frá strandingum leygardagin, men tá dysturin var liðugur, hevði StÍF vunnið og givið Neistanum enn fleiri trupulleikar í botninum av 1. deild.
Neistin hevði tak á meginpartin av dystinum og var eina tonn frammanfyri, men móti endanum skrædnaði, strandingar tóku sær um reiggj og vunnu 27-25.
Fyri StÍF hevði tað verið at mett sum ein »katastrofa« at tapt móti botnliðnum, nú tað ræður um at halda fast í toppinum. Og sum ikki eina ferð var tað Artur Johansen, sum var høvuðspersónurin aftan fyri StÍF-sigurin. Hann gjørdi ikki færri enn 13 mál. Saman við honum gjørdi Kári Mortensen mest um seg á vøllinum og fekk 11 mál. Men tað var ikki nóg mikið fyri Neistan, sum framvegis bert hevur KÍF afturat sær í botninum.
Tann 28. mars er seinasti dagur í endaspælinum, og tá spæla Neistin og KíF í Havn. Hesin dysturin kann gerast heilt avgerandi fyri, hvør endar aftast í deildini og flytir niður.
StÍF er framvegis bert eitt stig aftan fyri VÍF, og hesi bæði liðini spæla á Skála 21. februar.
Neistin-StÍF 25-27 (13-11)
Neistin: Kári Mortensen 11, Svenning Hansen 4, Páll Nólsoy 3, Høgni í Jákupsstovu 2, Jákup S. Kass 2, Finnur Petersen 2, Teitur Samuelsen 1.
StÍF: Artur Johansen 13, Alexander Johannesen 4, Poli Hansen 3, Sveinbjørn Poulsen 3, Jónleif Sólsker 3, Agnar Højgaard 1.
Útvísingar: Neistin 6, StÍF 4.
Reytt kort: Neistin 1.