Í millum 2 og 3 milliardir krónur verd. Ein lætti. Men enn er byrðan tung at bera eftir vanstýri í 80-unum. Hvør føroyingur skyldar enn, hóast avtaluni, knappar 100.000 krónur pr. íbúgva. So enn skyldar hvørt húski stóra upphædd í uttanlandaskuld. Men vit hava fingið øll viðurskiftir uppá pláss og nú er slætt borð ímillum Ríkispartarnar. Hetta skuldi gjørt møguligt at ment landið.
Sambandsflokkurin hevur uttan stórvegis drál tikið undir við avtaluni um ikki eitt stórt spott, nevniliga artikel 9 stóð í avtaluni. Har verður nevnt, at føroyingar skulu niður til Danmarkar at samráðast um hvussu vit í Føroyum skulu fáa hetta samfelag at gerast »økonomiskt selvbærende«. Undir framløguni var framsøgumaður Tjóðveldisfloksins serliga glaður fyri artikel 9.
Sum sambandsmaður kendi eg meg ikki sørt bilsnan. Tí ikki er, eftir Sambandsfloksins hugsan neyðugt at fara niður á flatlond at spyrja hvussu vit skulu stýra í Føroyum. Tað var heldur ikki neyðugt, um Sambandsflokkurin sat í landsins leiðslu. Tí at stýra heima í Føroyum metir Sambandsflokkurin at føroyingar sjálvir eru førir fyri. Uttan hjálp aðrar staðir frá. Tí er artikel 9 ein spottan ímóti øllum føroyingum og Føroyum sum tjóð. Og tað tekur sambandsflokkurin ikki undir við.
Sambandsflokkurin hevur seinastu 4 árini víst, at tað ber til at stýra hesum landi skilagott, soleiðis at tað gerst betri hjá føroyinginum at liva í Føroyum. Fingu vit ikki fleiri skattalættar? Var ikki sjómansskatturin settur í gildi? Var ikki fíggjarognaravgjaldið avtikið? Osv. osv. Eisini var goldið niður uppá uttanlandaskuld seinasta 4 ára skeiðið umframt. Nú Sambandsflokkurin legði frá sær stendur væl til fíggjarliga.
Hava vit ikki hoyrt Landsbankastjóran nú landsbankin var 10 ár upplýsa, at føroyski búskapurin nú er hampuliga væl fyri og í eini sunnari menning? Soleiðis var ikki fyri 4 árum síðani. At menna hetta land er Sambandskkuirn førur fyri framyvir - í samstarvi við aðrar flokkar sjálvandi.
Men artikel 9 er ein spottan ímóti Føroyum, hvørki meira ella minni.
Marjus Dam, løgtingsmaður