Articon hýsir týskarum á Oyri

Átta týskarar, sum koma til Føroya at arbeiða fyri Articon, fara at búgva á Hotel Oyri

Tað er í samband við arbeiðið við vindmyllulundini í Húsahaganum, at byggifyritøkan Articon fær fólk úti frá at hjálpa sær.


Talan er um átta týskarar, sum skulu hjálpa til í Húsahaganum, har arbeitt verður við vindmyllulundini hjá SEV.


Hesir hava servitan, sum ikki er at finna í Føroyum, og koma tí til Føroya. Sum er, hevur Articon átta mans í gongd í vindmyllulundini, men týsku menninir koma so aftrat. Týska arbeiðsmegin skal vera í Føroyum í átta vikur, og kemur síðst í hesum mánaðinum.


Teir átta týskararnir koma at búgva á hotellinum á Oyri, sum Articon eigur. Hotellið hevur ikki virkað sum hotell í nógv ár, men Articon brúkar tað við jøvnum millumbili, eitt nú til arbeiðsmegi, sum teir fáa úti frá.