Articon er Ársins virki 2018

Fyri løtu síðan gjørdist greitt, at Ársins Virki 2018 er byggifelagið Articon.

Vinnudagur hevur verið í Norðurlandahúsinum í dag, og fyri løtu síðan gjørdist greitt, at Ársins Virki 2018 er kosið at vera byggifelagið Articon. 

 

Tað vóru stjórarnir, Jón Sigurðsson og Niclasen Joensen, ið tóku ímóti heiðrinum, sum Høgni Hansen, næstformaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, handaði teimum.

 

Men, hetta er ikki fyrstu ferð, at Articon er kosið at vera Ársins Virki. Henda heiður fekk byggifelagið eisini í 2008, og tískil er hetta aðru ferð, at Articon fær henda heiður.