Articon byggir Boðanesheimið?

?Í komandi viku verður spaki settur í fyri Boðanesheiminum. Tórshavnar Býráð samtykti á fundi í kvøld at taka av tilboðnum frá ArtiCon um at byggja heimið fyri ein samlaðan kostnað á knappar 93 mió. kr.

??Nú verður farið í gongd við at byggja Boðanesheimið, ið er eitt røktarheim við plássi fyri tilsamans 64 búfólkum. Spakin verður settur í komandi viku.??Hetta er greitt, eftir at Tórshavnar Býráð á fundi í kvøld einmælt og endaliga samtykti, at byggifyritøkan ArtiCon skal standa fyri byggiarbeiðinum. ??- Vit eru ómetaliga fegin um, at farast kann í gongd við Boðanesheimið nú. Ikki færri enn 75 fólk í Tórshavnar Kommunu hava bráðneyðugan tørv á røktarheimsplássi, og vónandi kann Boðanesheimið koma teimum, ið hava størsta tørvin, til góðar, sigur Halla Samuelsen, forkvinna í sosialu nevnd í Tórshavnar kommunu.??Tørvurin á røktarheimsplássum í Suðurstreymi er stórur, og hagtalsmetingar hjá Hagstovu Føroya vísa, at tørvurin helst fer at økjast frameftir.??Sum er, eru tilsamans 145 persónar í Suðurstreymi visiteraðir til eldrabústovn.??Heildararbeiðstøkusáttmálin við ArtiCon ásetur, at Boðanesheimið fer at kosta 92.954.857 krónur við mvg.??Búfólkini skulu eftir tíðarætlanini kunna flyta inn á Boðanesheimið í oktober 2012.