Sum nevnt er øðrum greinum her á in.fo, so verður stóra verkætlanin við innkomuvegnum til Havnar liðug 1. november í ár. Sum partur av hesi verkætlan er ein tunnlin, Húsareynstunnilin, sum er 1,7 kilometrar langur.
Men ArtiCon arbeiðir við tveimum øðrum tunlum samstundis. Tað eru tunlarnir norður um Fjall.
Gamla farleiðin norð um Fjall úr Klaksvík til Árnafjarðar og víðari til Norðdepils varð tikin í nýtslu, tá tunlarnir vóru latnir upp ávikavist í 1965 og 1967. Tunlarnir eru einbreytaðir og lúka ikki nútíðarinnar krøv til hædd, breidd og trygdarútgerð.
Les eisini: Umleið 200 metrar eftir at spreingja
Fríhæddin í tunlunum er einans 3,1 metrar og breiddin 3,5 metrar. Tí kunnu heilt stór akfør ikki koyra ígjøgnum tunlarnar. Tunlarnir eru sostatt ein fløskuhálsur til fyri virksemið norðan fyri tunlarnar.
Í 2018 var gerandisferðslan um samdøgrið 1.400 akfør, sum eru tald vestan fyri Árnafjarðartunnilin.
Í januar 2018 búðu 355 fólk á Viðareiði, 245 í Hvannasundi, 166 í Norðdepli, 1 í Depli, 2 á Norðtoftum og 64 í Árnafirði.
Árnafjarðartunnilin, sum er 1964 metrar langur, varð skotin ígjøgnum hin 8. november í 2022 og Hvannasundstunnilin, sum er 2265 metrar langur, varð skotin ígjøgnum eina viku seinni – ella hin 15. november 2022.
##med2##
Ein mánað eftir, at ArtiCon hevur latið Tórshavnar kommunu innkomuvegin og Húsareynstunnilin, verður arbeiðið við tunlunum norður um Fjall liðugt og handað Landsverki. Tað verður 1. desember.
At gera tríggjar tunlar í senn krevur nógv fólk og nógv útgerð. Spurdur hvat so, svarar Jón Sigurðsson:
– Ja hvat so. Vit plaga at siga, at fiskast má, meðan fiskur er undir. Tað er soleiðis í hesi vinnuni, at vit vita ikki, hvat framtíðin hevur at bjóða. Men okkurt man fara at vísa seg. Tað plagar tað at gera, sigur ein væl nøgdur Jón Sigurðsson, stjóri í ArtiCon