Artic Viking aftur í fiskiskap

Rækjuskipið Arctic Viking fer væntandi aftur til fiskiskap í dag. Tað upplýsir reiðarin Johan Joensen fyri skipsportalinum.

Arctic Viking hevur annars ligið við kei síðani síðst í juni, tá teir fingu trupulleikar við gearunum á veg út at fiska makrel, sum teir júst høvdu riggað til at fara undir. Arctic Viking hevur síðani ligið til umvælingar, og nú skipið er klárt at fara til fiskiskap, er felagskvotan av makreli uppfiskað. Tískil fer

Arctic Viking aftur at fiska rækjur í Barentshavinum. 18 mans verða við, og væntandi verður loyst í dag, skrivar skipsportalurin.