Greiningin, sum grannskoðanarfyritøkan Januar hevur gjørt, vísir, at fyri teir 20 mjólkarbøndurnir, sum greiningin fevnir um, var samlaða ársúrslitið í 2012 2,5 mió kr.
Í meðal hevur ársúrslitið fyri hvørt brúkið verið millum 71.000 og 146.000 krónur. Tá eru lønir goldnar, men talan er tó ikki um tær nógvu lønarkrónurnar, sum eru í umferð.
- Verða starvsfólkakostnaðirnir og ársúrslitini løgd saman sæst, at samlaða avkastið til lønir og nýíløgur hevur ligið millum tkr. 240 og 345. Her skal havast í huga, at neytini skulu ambætast allar dagar í árinum, og at talan er um fleiri enn 8 tímar um dagin. Tá sammett verður við onnur størv, krevst í minsta lagi 2 ársverk at reka eitt meðalmjólkfjós, helst krevjast 3 ársverk, tí bøurin skal eisini røktast fyri at fáa nóg mikið av stráfóður. Sostatt liggur árslønin tá í meðal millum t.kr. 80 og 115 til hvørt ársverkið, stendur millum annað í greiningini.
Greingin fevnir eisini um fíggjarstøðuna í teimum 20 feløgunum, sum eru grundarlagið undir kanningini. Her sæst, at samlaði eginpeningurin hjá teimum 20 smápartafeløgunum er 18,3 mió krónur. Gjaldførið er tó ein sera stór avbjóðing. Ogn í umferð (t.e. ognir, sum skjótt kunnu umsetast til tøkan pening) er íalt 9,1 mió. Stuttfreistaða skuldin (t.e. skuld, ið skal gjaldast innan eitt ár) var íalt 35,1 mió við árslok 2012.
Greiningin kann takast niður HER.