Ársins virðismiklasta fótbóltslið er valt

Sportsbible hevur valt ársins fótbóltslið við teimum virðismiklastu leikarunum

Sportsbible hevur valt ársins fótbóltslið á ein øðrvísi hátt enn vanligt er.

 

Sportsbible hevur valt ársins fótbóltslið út frá hvør leikari er dýrasti, ella mest virðismikli leikarin frá málverja til álop.

 

Kylian Mbappe er virðismiklasti leikarin við einum virði á 180 miljónir evrur. Ein evra er 7,44 krónur í okkara peningi. 

 

Næst virðismiklasti leikarin er norski áleyparin hjá Manchester City, Erling Braut Haaland. Virðið á Haaland er 170 miljónir evrur. 

 

Elsti leikarin á hesum ársins liði er belgiski málverjin hjá Real Madrid, Thibaut Courtois, ið er 30 ára gamal. 

 

Virðismiklasta liðið í heiminum:

 


Málverji:

Thibaut Courtois - Real Madrid (60 miljónir evrur)


Verjuleikarar:

Josko Gvardiol - RB Leipzig (75 miljónir evrur)

Rúben Dias - Manchester City (75 miljónir evrur)

Matthijs de Ligt - Bayern München (70 miljónir evrur)


Miðvallarar:

Jude Bellingham - Dortmund (110 miljónir evrur)

Pedri - Barcelona (100 miljónir evrur)

Phil Foden - Manchester City (110 miljónir evrur)


Vengur:

Vinicius Junior - Real Madrid ( 120 miljónir evrur)

Bukayo Saka - Arsenal (100 miljónir evrur)


Áleyparar:

Kylian Mbappe - PSG (180 miljónir evrur)

Erling Braut Haaland- Manchester City (170 miljónir evrur)