Ársins málverji í bíðistøðu

HB ynskir ikki at spenna bein, men kassin skal stemma

Í seinastuni hevur ljóðað, at Teitur M. Gestsson, sum varð kosin til ársins málverja aftur í ár, hevur møguleika fyri at skifta til danskan fótbólt. HB vil ikki beinleiðis vátta tíðindini, men ásanna at maður má koma í mans stað, um ein slík støða skuldi íkomið.

 

- Vit hava sáttmála við Teit fyri komandi kappingarár og fyribils vóna vit, at hann heldur fram í felagnum, sigur Finnbogi Arge, formaður í HB, men leggur afturat;

 

- Vit vita eisini, at hann hevur havt áhuga fyri at royna seg uttanlands og hevur verið og royndarvant í ár. Fær hann ein góðan sáttmála, so fara vit ikki at spenna bein fyri tí, men maður má koma í mans stað, sigur Finnbogi Arge.

 

Teitur M. Getsson hevur verið og vant við FC Nordsjælland og Vendsyssel FF í Danmark fyrr í ár. Tað er tó ilt at síggja HB finna ein føroyskan málverja, sum skal avloysa Teit í málinum hjá HB. Tað er eftirhondini mangul upp á føroyskar málverjar. Millum annað ÍF og nú møguliga HB leita eftir málverja.

 

Eitt boð kundi verið Kristian Joensen, sum ikki heldur fram í Lyngby. Hann hevur tó fleiri ferðir fyrr víst á, at hann ætlar sær at royna seg uttanlands.