Í nýggjárssendingini, sum Kringvarpið sendir beinleiðis av Hotel Føroyum nýggjársaftan, verður tað ein táttur í sendingini at velja ársins ítróttarfólk.
Ein dómsnevnd hevur tilnevnt fimm føroysk ítróttarfólk, fýra mannfólk og eitt konufólk, sum serliga hava gjørt vart við seg í ár og við sms boðum ber eisini til hjá almenninginum at verða við til at avgera, hvør skal vera ársins føroyska ítróttarnavn í ár, siga fyrireikararnir.
Atkvøðast kann við at senda sms til 224000 og skriva koduna, sum stendur útfyri tí ítóttarnavninum, sum tú heldur er ársins føroyska ítróttarnavn 2013.
Tey, sum eru tilnevnd, eru – og tað, sum stendur í klombrum, er SMS kodan.
- Guðmundur Joensen, triathlon (ITR 1) - Helgi Dam Ziska, talv (ITR 2) - Pál Joensen, svimjing (ITR 3) - Valborg Heinesen, renning (ITR 4) - Øssur Debes Eiriksfoss, fimleikur og frælsur ítróttur (ITR 5)
Atkvøðurnar hjá dómsnevndini telja 50%. Sms atkvøðurnar telja somuleiðis 50%. Stendur á jøvnum, so er atkvøðan hjá dómsnevndini avgerandi.
Vinnarin verður funnin beinleiðis í nýggjárssendingini og tey, sum hava mannað dómsnevndina, eru Petur Elias Petersen, ÍSF forseti, Sølvi Reinert Hansen, føroyskt umboð í oyggjaleikanevndini, Sigrun Mikkelsen, umboð fyri ítróttarfólkini og Suni Merkistein, umboð fyri miðlarnir.
Tað kostar vanligan SMS takst at atkvøða um ársins ítróttarnavn 2013. Hvørt telefonnummar kann atkvøða eina ferð uppá hvørt tilnevnt ítróttarfólk.
|