Tað er ikki tamarhald á korona í løtuni, tí smittan breiðir seg í Føroyum, uttan at myndugleikarnir hava greiði á, hvussu fólk eru smittað. Í áðni gørdu tey tískil av at avlýsa stóru mentanarnáttina, sum skuldi vera í Havn í morgin, fríggjadagin.
Men hetta vikuskiftið er skuldi eisini ársins fyrsta summarstevna, Norðoyastevna, verða við kappróðuri, øðrum ítrótti, tónleiki, og tiltøkum av øllum handa slagi, sum hoyra eini slíkari stevnu til.
Men nú er eisini Norðoyastevnan avlýst tí at tamarhal ikki er á støðuni, váttar Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvík, fyri Norðlýsinum.