Arsene leingir við Arsenal

Hann hevur fingið nógvar ákoyringar seinastu mánaðirnar, men hann sleppur at halda á sum venjari í felagnum úr London.

Arsene Wenger fer at undirskriva ein nýggjan tvey ára sáttmála við Arsenal í vikuni, sambært The Times. 

 

Í morgin verður nevndarfundur í felagnum og tað sigst, at Arsene Wenger hevur boðað frá, at hann vil halda á í felagnum. 

 

Arsenal Wenger hevur nú verið í felagnum í 21 ár, men hóast felagið leygarkvøldið vann ensku steypakappingina, so megnaðu teir fyri fyrstu ferð í 20 ár ikki at vinna seg í Champions League hetta kappingarárið.

 

Tað hevur eisini verið órógv um eigaraskapin í felagnum, eftir at russiski ríkmaðurin og partaeigarin Alisher Usmanov, gav hinum partaeigaranum, Stan Kroenke, eitt boð upp á hansara ognarlut í felagnum. Alisher Usmanov hevur bjóðað Stan Kroenke 8,5 milliardir krónur fyri tey 67 prosentini, sum hann eigur í felagnum. Men Stan Kroenke hevur boðað frá, at hann hevur ongar ætlanir at selja sín ognarlut til russaran.

 

Nýggi sáttmálin hjá Arsene Wenger verður væntandi almannakunngjørdur mikudagin.