Arsenal vil leingja við Gallas

Einaferð var hann liðformaður í Arsenal, so útalaði hann seg býttisliga og mist bandið. Síðani roknaðu øll við, at William Gallas fór at rýma úr Arsenal. Men søgan lagaði seg øðrvísi. Gallas helt fram at spæla fyri Arsenal, og har eru tey so fegin fyri 32 ára gamla verjuspælaran, at Arsenal nú vil leingja sáttmálan við hann. Sáttmálin hjá Gallas gongur út næsta summar.